
Eg varð signað
Eg varð signað við at bera hetta barn,
og eg frøddist hvønn ein dag, ið fór framvið.
Mangan bað eg Gud um verju yvir hendan lítla skatt,
men ein dag varð gleði mín vend í máttloysi.
Henda tíðin píndi hjarta mítt so meint,
og teir dreymarnir, eg hevði, hvurvu brátt.
Men eg visti, at til Himmals sonur mín var farin heim,
og ein dag vit saman skulu gleðast har.
Og eg bað til Gud: Hjálp Tú mær,
tí mín neyð, hon er so svár og tyngir meg!
Og mín bøn ímillum allar hinar
hoyrd varð hendan dag, tá eg bað,
og Tú svaraði.
Ja, mín Gud, Tú grøddi míni djúpu sár,
og Tú gav mær aftur tvífalt tað, Tú tók.
Nú er gleðin stór í hjarta mínum,Gud, eg takki Tær,
eg varð styrkt ígjøgnum alt við Tíni kraft.
Writer/s: Sirikit Jacobsen