
Gud lurta
Gud, lurta eftir míni bøn,
fjal Teg ikki fyri mær!
Vend Tær til mín og svara mær!
Bundin av sorg eri eg.
Hjartað skelvur mær barmi í,
ræðsla fellur á meg.
Sum dúgva eg ynski at fl úgva burt,
bústað í lívd leiti mær.
Eg søki mær skjól fyri storminum,
Faðir, eg rópi á Teg!
Mín Troystari, Tú hoyrir mín rødd,
úr neyðini bjargar Tú mær.
Tú endurloysir sál mína, gevur frið,
hond Tín heldur mær so fast.
Eg kasti mínar byrðar á Harra mín,
í ævir eg líti á Teg.
Writer/s: Sirikit Jacobsen