
Her hjá Tær
Her hjá Tær eg søki skjól,
lat meg ei til skammar verða!
Fría Tú meg út og bjarga mær
í rættferð Tíni, Gud!
Boygg Títt oyra til mín nú,
kom og frels meg, Tú mín Faðir!
Verð tann Klettur, sum eg fl ýggi til,
har eg kann búgva trygt.
Tú ert mín vón, Harri, Harri,
álit mítt Tú ert.
Úr móðurlívi dró Tú meg,
Tú kennir mína leið.
Lat meg styðja meg til Tín í ellini,
tá máttur svinnur burt.
Altíð lovsongur mín
Tú verða skalt.
Tú sum læt meg síggja trongd
og vanlukkur so mangar,
upp úr avgrundum Tú dregur meg,
mær aftur gevur lív.
Tú Tær venda skalt til mín,
søta troyst hjá Tær eg fi nni.
Afturfyri skal eg prísa
Tíni trúfesti, mín Gud.
Writer/s: Sirikit Jacobsen