
Hjálp Tú mær
Hjálp Tú mær
hvønn dag
at síggja Teg og eina Teg!
Tú, sum doyði,
men Tú reis
og livir fyri meg.
Lat mítt lív
bert spegla Teg,
mín Frelsari og Harri,
hjálp Tú mær
í verki vísa
menniskjum á Teg,
mín Harri!
Um eg snávi,
missi mótið,
Tú mær heldur uppi.
Rødd Tín lívgar,
armar fjálga.
Tær í ævir takki eg.
Writer/s: Sirikit Jacobsen