
Lovið Harranum
Halleluja!
Lovið nú Harranum av Himli,
lovið hátt allir einglar Hans,
stjørnur og máni, sól
og himlar himlanna!
Tey øll lova skulu navni Harrans,
tí Hann beyð, at tey vórðu skapt,
og setti tey á stað
teirra fyri allar tíðir og í ævir við.
Hann gav lóg, sum eingin teirra bróta kann.
Lovið Harranum
her av jørðini, tit heyggjar
og øll fjøll,
fuglar, havdýr, djúp,
kongar og høvdingar,
øll fólkasløg á jørð!
Vit øll lova skulu navni Harrans.
Stórt Tað er, heiður Hansara er yvir himli, jørð.
Horn Hann hevur lyft til fólkið Sítt
at lovsyngja, teim, ið standa Honum nær.
Halleluja!
Writer/s: Sirikit Jacobsen