Sirikit

Lyftið


Print songSend correction to the songSend new songfacebooktwitterwhatsapp

Saman vit nú sita her,
saman, eru í somu verð.
Og nú vit geva hvørjum øðrum JA,
at fylgjast saman dag um dag,
saman tú og eg.

Eg eitt lyfti
geva vil tær,
sum vil bera meg til endan
saman við tær.
Í viðgongd og mótgongd
vit ganga lið við lið,
vit saman skulu røkka okkara mið.

Heilagt er várt hjúnaband,
grundað frá fornari tíð.
Mín Gud, Tú skapti kvinnu mannin til,
tú signa okkum bæði vil
saman eitt við Tær


Writer/s: Sirikit Jacobsen