
Mín vinur
Mín vinur, sum troyttur
og mótfallin er,
tí ferðin er einslig
og tyngir títt sinn.
Tá fet tíni troyttast,
og hjarta er sært,
ein útveg tær leingist at sjá.
Hoyr, langt burturi kallar
ein rødd so yndislig:
Eg vil bjarga tær
út úr tíni neyð.
Mangan hoyrdi eg róp títt,
í einsemi tú græt.
Kom nú til Mín,
Mítt kæra barn, í dag!
Ei kærleik so stóran
eg nakrantíð fann,
og ei sannan frið
hesin heimur mær gav.
Men Jesus, Tú Vegurin,
Sannleikin er,
og lívið er ævigt í Tær.
Tak í hond Hansar', vinur,
tí Hann vil leiða teg
ígjøgnum lívið,
við Honum sigrar tú.
Um alt mangan er tokut,
um myrkrið treingir inn,
har við lið tína
stendur Frelsarin.
Tak í mína hond, eg bíði eftir tær,
eingin betur kennir teg.
Tak í mína hond, Mær leingist eftir tær,
Mítt barn, Eg elski teg,
Eg elski teg.
Writer/s: Sirikit Jacobsen