Sirikit

Standa saman


Print songSend correction to the songSend new songfacebooktwitterwhatsapp

Vit øll standa saman her
so tyst, á turrum stað,
sálir søkjandi nú eru,
leita eftir Tær.
Ja, so hungrandi hvørt menniskja í longsli
eftir Tær.
Kom og nem við okkum nú,
vár hjálp er eina Tú.

Vit leingjast eftir Tær,
vár Frelsari, ver nær.
Kom, Halgi Andi,
fyll Tú okkum nú.
Vit vilja kenna Teg,
við Kraft vís okkum veg,
kom leska okkara tystu sálir nú.

Vit øll søkja Teg nú, Jesus.
Síggj til okkara,
bara Tú kanst geva okkum
gleði fullkomna.
Hjørtu rannsaka
og leið Tú okkum, Harri.
Svara nú,
á mín Faðir, dýrabarur.
Eingin er sum Tú.


Writer/s: Sirikit Jacobsen