Sirikit

Sum tú sáar


Print songSend correction to the songSend new songfacebooktwitterwhatsapp

Sum tú sáar, skalt tú heysta.
Kasta breyð títt út,
tað aftur koma skal,
hygg ei altíð eftir vindinum, tú,
nei, sáa nú.

Líka lítið, sum tú kennir vindsins leið
ella barn, ið verður gitið móður í,
líka lítið veitst tú, hvat ið Gud kann gera,
Hann virkar tað

Hann, sum virkar hetta alt ...

Sáa sáð títt út um morgunin,
lat ei hvíla hond,
tá kvøldið nærkast her.
Ei tú veitst, hvat eydnast skal hjá tær nú.
Hvat heystar tú?

Tá ið skýggj av vatni eru vorðin full,
dettur regnið niður yvir jørðina.
Hygg ei altíð eftir vindinum, tú,
Kom, virka nú.

Kom virka tú í hesum nú...


Writer/s: Sirikit Jacobsen